Aden Víkin 30-01-2009

 

Er hetta fiskimenn frá Somalia ella er hetta piratar? hesu báðum møttu vit í morgun, ella rættari sagt fýra av hesum, tveir í hvørjum borið, tann lítla bátin vit síggja, settu teir á sjógv beint framman fyri okkum, og tá teir sóðu at vit høvðu lagt merkið til teir, sigldu teir eitt sindur burtur frá okkum, og komu ongantíð heilt tætt.

Vit fóru úr konvoyini í morgun kl 0800 lt, og  1 ½ tíma eftir møta vit hesum "fiskigarpum".

 

 

og teir byrjaðu ikki at sigla fyrrenn vit vóru næstan hjá teimum? so mann hetta ikki vera "Fiskimenn" við AK47 sum veiðureiðskapið?

 

 

Báturin teir settu út.

 

 

Her síggja vit Indiska herskipið sum hevur fylgt okkum gjøgnum Gulf of Aden, í nátt hava teir so havt eina tyrlu flúgvandi rundt í økinum. Í morgun kl 0800 søgdu vit teimum farvæl og takk fyri hjálpina.

 

Vit eru nú næsta komir úr Aden Víkini, og koma inn í Reyðahavið í kvøld kl. 2000 lt (-3 t fo)