bókaframløga Súlan er góð

 

 

Myndir: Bókaútgáva úti í Mykines

 

 

 

 

 

Ein søguligur dagur úti í Mykinesi í dag. Janus Mohr kom út í

Mykines at framleggja bók sína : Súlan er góð, fyrsta bókaframløga nakrantíð í Mykinesi.

 

Janus hevur altíð havt eitt serligt tilknýti til Mykines,

har hann hevur ættarbond.

 

Í hesu bókini eru savnaðar

søgur og minnisbrot hjá mykinesfólki, sum Janus Mohr hevur fest á band í

tíðarskeiðnum1964-1967 og aftur í 1972.

 

Hann valdi at koma í síni vøkru føroysku troyggju til henda

serstaka dag, sum Lisa hevur bundi til hann, tá hon var um 90 ára gomul. Hendan

troyggjan hevur fylgt honum gjøgnum alt lívið og sigur hann skemtandi, at  í hesu troyggu kann onki henda honum.

 

Í  sínu framløgu nevndi hann at hann einferð skuldi til sjónleik í Kvívik, og rendi hann seg í stórkava á oyggjarvegnum og stóð fastur í eini kavafonn, tá fella eyguni niður á troyggjuermuna og hann sigur við seg sjálvan ”Nú mást tú hjálpa mær Lisa” 😊.

 

Nógv meira er at lesa í bókini :Súlan er góð : Vit  í vestastu oyggj er sera glað fyri at Janus valdi at leggja fram hesa bók  úti í Mykinesi.

 

Ein sera hugnalig og søgulig løta har 20 fólk vóru savnaði

til framløguna í dag.